Tað er okkum ein gleði at bjóða til samfelagsmøtir á páskum.
Møtini vera undir heitinum Brann ikki hjartað í okkum, Lukas 24,32.
Møtini vera frá skírisdegi 18. apríl og fram til páskadag 21. apríl.
Lagt verður fyri skíriskvøld klokkan 20 við møti í Nerija á Skála.
Langa fríggjadag, páskaaftan og páskadag vera møtini í ítróttarhøllini Bylgjuni í Runavík.
Skipað verður fyri barnamøtum, meðan møtini eru langa fríggjakvøld og páskadag – bæði seinnapartin páskadag og páskakvøld. Sangkórini í Nebo, Siloa og Betesda fara at luttaka.
Ungdómsmøtir vera langa fríggjakvøld, páskaaftan og páskakvøld. Páskakvøld verður ungdómsmøtið í Nebo á Toftum.
Vit bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin at nýta høvið at savnast saman við okkum í samkomunum kring Skálafjørðin um páskaboðskapin og undir heitinum
Brann ikki hjartað í okkum:
Soleiðis tóku teir báðir á veg til Emmaus til, tá ið Harrin Jesus hevði útlagt skriftirnar fyri teimum frá Mósesi og frá øllum profetunum og um tað, sum í øllum skriftunum er sagt um Hann, at Kristus átti at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína.
Samkomurnar í NEBO, BERØA, ELIM og NERIJA
Skrá:
Comments